- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mansstafettin hjá HS tvey met til meistaraheitini á stuttgeil
Bartal Eidesgaard gjørdi bart í kappingini um føroysku meistaraheitini á stuttgeil, har hann setti ikki minni enn fimm føroysk met.
Leygardagin bøtti svimjarin úr Havnar Svimjifelag tvær ferðir um sítt egna met í 50 metur frísvimjing og sunnudagin setti hann eisini nýtt met í 50 metur bringu.
LES EISINI: Bartal trý føroysk met sama dag
Harafturat setti hann tvey met saman við Theodor Salter, Óla Mikkelsen og Silas D. Lindberg. Fyrst í 4x50 frí leygardagin, og síðan í 4x100 metur blandað sunnudagin.
Teir fýra svumu teir samanlagt 400 metrarnar í rygg, firvaldi, bringu og frí upp á 3.49.47 minuttir. Tað eru fimm sekund skjótari enn gamla metið frá 2024.
Teir fegnaðust um nógvu ferðina í hylinum og breiddina í svimjihópinum hjá Havnar Svimjifelag.

























