Tónleikavinnan missir eina millión á fíggjarlógini

Tónleikavinnan missir eina millión á fíggjarlógini
Raðfestingar eru orsøkin, sigur landsstýrismaðurin. Fólk í tónleikavinnuni vóna, at játtanin kemur aftur, tí tónleikur er týðandi vinna
Jenný A. Kragesteen, Høgni Lisberg og Knút Háberg Eysturstein vóru í Breddanum fyrrapartin.
 
24.11.2026 - 13:07

Tónleikavinnan verður skorin eina millión krónur á fíggjarlógini næsta ár.

Tað hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, gjørt av.

Játtanin til Tutl, sum kom í 2025, er skorin niður í null, og stuðulin til Mahogni Music Publishing, sum kom í 2026, er eisini skorin niður í null.

 


Jacob Vestergaard.

 

Tutl og Mahogni Music Publishing fingu hálva millión krónur í part.

Landsstýrismaðurin sigur, at raðfestingar eru orsøkin til sparingarnar:

 

24112026_Jacob_V

 

Høgni Lisberg, tónleikari og stjóri í Mahogni Music Publishing, var ein av gestunum í Breddanum fyrrapartin. Hann sigur, at tónleikavinnan er ein sera týðandi vinna:

 

24112026_Hogni

 

Jenný A. Kraagesten, tónleikari og forfólk í Tónleikasambandi Føroya, og  Knút Háberg Eysturstein, tónleikari, tónleikafrøðingur og ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, vóna, at avgerðin um at strika játtanina verður broytt:

 

24112026_Jenny_og_Knut

 

 

Allur Breddin kann hoyrast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. november
Spírabrak - barnamøti hjá Heimamissiónini
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111