Barnalógin kemur neyvan í hesi tingsetuni

Barnalógin kemur neyvan í hesi tingsetuni
Ætlanin var, at uppskotið um barnalóg skuldi koma í løgtingið í hesari tingsetuni. Tað er tó ivasamt, um hetta fer at eydnast, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður
Barnaráðstevna var um barnalógina.
 
25.11.2026 - 06:57

Ætlanin var, at uppskotið um barnalóg skuldi koma í løgtingið í hesari tingsetuni.

Tað er tó ivasamt, um hetta fer at eydnast, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður.

Hann sigur, at dentur verður lagdur á at gera eitt væl fyrireikað lógaruppskot, har rættindi, skyldur og ábyrgdir eru greiðar.

Tað sigur hann í svari til Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmann.

Var í løgtinginum

Uppskotið um barnalóg, sum júst Djóni Nolsøe Joensen gjørdi, tá hann var landsstýrismaður, var í tinginum, men tað datt burtur, tá løgtingsval var útskrivað í vár.

Í samgonguskjalinum er ásett, at arbeiðið við barnalógini heldur fram. 

Hetta verður nú gjørt í tveimum sporum, sum eru bygnaðurin og barnalógin, sigur Bárður á Lakjuni. 
 
Barnaverkætlanin steðgar í verandi líki við ársskiftið.

Men virksemi við at verkseta broytingar í bygnaðinum og gera barnalógina heldur fram í skipaðum samstarvi millum geirarnar - kommunurnar eru við - sigur landsstýrismaðurin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928