- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir sjómenn sjólótust við Ísland

Tríggir sjómenn sjólótust, tá íslendska línuskipið Jökull sakk umleið 60 fjórðingar eystanfyri Ísland í gjárkvøldið.
Tað váttar íslendska sjóverjan í morgun, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.
Skiparin sendi út neyðarkall stutt eftir klokkan 17 í gjár, tí skipið lak. Stutt eftir varð boðað frá, at manningin var farin av skipinum.
Eitt umfatandi bjargingarátak varð sett í verk, har tyrlur, flogfør, bjargingarskip og fleiri fiskiskip tóku lut.
Undir sera truplum umstøðum eydnaðist tað tyrlumanningini hjá íslendsku sjóverjuni at bjarga 14 sjómonnum úr sjónum.
Tyrlan lendi á flogvøllinum í Egilsstaðir stutt fyri midnátt, og teir, sum høvdu tørv á viðgerð, vórðu fluttir á heilsumiðstøðina á staðnum.
Íslendsku myndugleikarnir hava boðað til tíðindafund klokkan níggju í morgun, har nærri upplýsingar um vanlukkuna verða lagdar fram.
Jökull varð bygdur í Norra í 1996.


























