- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Hoydalar" eitur "De Næste" á donskum

DR kunngerð í morgun nýggju sjónvarpsrøðina "De Næste", har fimm spírar skulu tulka sangir hjá fýra av størstu stjørnunum í Danmark.
Ljóðar hetta kent, so er tað tí, at "De Næste" er danska útgávan av føroyska "Hoydalar".
DR ognaði sær herfyri rættin til at brúka hugskotið aftanfyri Hoydalar, sum Per Zachariassen og Maria Winther Olsen hava ment í Føroyum.
Donsku spírarnir, við føroysku Fríðu Sayiu á odda (uttast til vinstru á fremstu røð), eru í mun til føroysku spírarnir frammanundan kend nøvn á danska tónleikapallinum (Mynd: Jesper Fjord)
SÍ EISINI: Hoydalar
Føroyingur við
Í fyrsta umfari av "De Næste" eita stjørnurnar Rasmus Seebach, Medina, Steffen Brandt og Jada.
Millum spírarnar í donsku útgávuna av "Hoydalar", sum eru millum 18 og 30 ár, situr eisini ein føroyingur, sjálvandi, nevniliga dugnaliga Fríða Sayia.
Gloym alt um, at tað er danska-føroyska Fríða Sayia, tí Fríða er so føroysk, sum hon kann blíva. Fríða er dóttir Birgir Sigurðsson, ið fólk flest kenna sum sangara í andaliga rokkbólkinum I Am, og Honnu Vágsheyg hjá Jógvan hjá Peila, sum ein klaksvíkingur vildi sagt.
Hinir spírarnir eru Ida Just, Loui Henderson, Oscar Witt og CARLLO YABOY.
LES EISINI: Stjørnuskot í Danmark: "Føroyar er eisini mítt heim"
Medina, sum næsta summar verður at hoyra á Voxbotn, saman við spírunum (Mynd: Jesper Fjord)
"De Næste" líkist Hoydalar
Leingi hevur ivi verið um, hvussu danska útgávan av Hoydalar fór at síggja út.
Sigast kann ikki annað, enn at "De Næste" líkist "Hoydalar" rættiliga nógv, eisini pallsetingin. Ja, sjálvt hvíti stólurin, ið stjørnurnar sita í, líkist.
Størsti munurin er nokk, at í mun til spírarnir í "Hoydølum", so eru donsku spírarnir frammanundan kendir á danska tónleikapallinum. Fríða Sayia er longu eitt kent navn, og vann herfyri eisini stóra heiðurin sum "P3's Næste", tá P3-heiðurslønirnar blivu handaðar.
LES EISINI: P3 Guld: Fríða Saiya er næsta stóra stjørnan á danska tónleikapallinum
Ein rørdur Rasmus Seebach undir upptøkunum av "De Næste", sum er danska útgávan av føroyska "Hoydalar" (Mynd: Jesper Fjord)
Rørandi
Annars fer tað at kennast øgiliga kent og allarhelst eisini fjálgt hjá føroyingum at seta seg at hyggja eftir "De Næste".
Við DR.dk sigur Rasmus Seebach.
"Tað er øgiliga rørandi, hvussu sangirnir fáa nýtt lív, tí tulkingarnar hjá teimum ungu sigur søguna um teirra kenslur og ikki mínar. "
Ljóðar tað eisini kent? Ja, tað ger.
Føroyska Fríða Vágsheyg Sigurðsson, ið framførir undir navninum Fríða Sayia, er ein av spírunum í donsku útgávuni av "Hoydalar", ið eitur "De Næste" (Mynd: Filippa Ryom Zachariassen)
Fyrsti partur av "De Næste" verður vístur á DR1 og DRTV tannn 6. desember.






























