- Tíðindi, mentan og ítróttur
P3 Guld: Fríða Saiya er næsta stóra stjørnan á danska tónleikapallinum

Um nakar ivaðist í, um føroyska Fríða Saiya er ein rísandi stjørna á danska tónleikahimmalinum, so er tað enn einaferð staðfest í kvøld, tá P3 Guld-heiðurslønirnar blivu handaðar í DR-konsertsalinum í beinleiðis sending á DR1.
Fríða Saiya vann P3's Næste-heiðurin, ið merkir, at hon verður roknað sum størsta stjørnuskotið í Danmark í løtuni. P3's Næste kallaðist fyrr KarriereKanonen.
"Eg eri sjokkerað, tí hetta hevði eg ikki væntað," staðfesti Fríða, tá hon fekk handað heiðurslønina av tónlistakvinnuni Oh Land.
Kenda danska tónlistakvinnan Oh Land, ið eisini hevur verið dómari í X-Factor, handaði Fríðu Saiyu P3's Næste-heiðurslønina (Mynd: Lasse Lagoni)
LES EISINI: Stjørnuskot í Danmark: "Føroyar er eisini mítt heim"
Long og skerfløt A-ir
Hóast Fríða Saiya er uppvaksin í Keypmannahavn, so er hon føroysk frá innast til uttast. So danir mugu ikki sleppa væl frá at siga, at Fríða er donsk-føroysk, bara tí hon er dugnalig, tí danir eiga einki í henni. Fríða Vágsheyg Sigurðsson er heilur klaksvíkingur. Dóttir Birgir (Sigurðsson) úr I Am og Honnu (Vágsheyg) hjá Jógvani hjá Peila, sum ein lokalur vildi tikið til.
Og hartil tosar hon eitt flott og flótandi, men eisini ramligt norðoyamál, við longum og skerfløtum A-um heldur enn Á-um. Hetta fekst sjón fyri søgn um, tá Fríða Vágsheyg Sigurðsson herfyri var gestur í sendingini LEITISSTEIN í sambandi við útgávuna av hennara debut-EP, "['fryi:ja 'sai:ja]".
"Eg eri uppvaksin føroyskt í Danmark. Hatta 'Saiya' er bara eitt bland av bókstavunum í Vágsheyg og Sigurðsson, sum eg fann uppá, tí fólkini á plátufelagnum hjá mær vildu hava, at eg eisini æt eitt navn, ið var lætt hjá dønum at úttala," avdúkaði 21 ára gamal tónlistakvinnan læandi í sendingini.
Etur tónleik til morgunmat
Fríða hevur skrivað tónleik síðani hon var 12 ára gomul, og í grundgevingini, fyri at geva Fríðu Saiyu heiðurin sum "P3's Næste", skrivar dómsnevndin millum annað, at:
"Tað ljóðar, eins og Fríða Saiya etur tónleik til morgunmat, tí hon hevur eitt stórt tónlistarligt medvit, og hennara talent er eyðsýnt."
Dómsnevndin, ið telur so fræg fólk sum Andreas Odbjerg og Jada, framhevjar eisini organiska poppin hjá Fríðu Saiyu, og hennara sterku løg og tev fyri smálutum.
Tað vóru lurtaraatkvøður og dómsnevndin sum í felag, helvt um helvt, peikaðu á Fríðu Saiyu sum vinnara av "P3's Næste".
Mynd: Lasse Lagoni
P3's Næste-domsnevndin:
Andreas Odbjerg, sangari og sangskrivari
Jada, sangari og sangskrivari
Anne Meldal, rektari á Danish Songwriting Academy
Marie Hobitz, vertur á P3
Ena Cosovic, vertur á P3
Mathias Buch, tónleikastjóri á P3
Øll P3 Guld-handanin kann síggjast á DRTV.
Og øll samrøðan við Fríðu Saiyu í LEITISSTEIN kann hoyrast á KVF Ljóð.
Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, ella tá tað passar tær á KVF Ljóð



























