- Tíðindi, mentan og ítróttur
Friðingarnevndir fara í søguna

Ein nýggj lóg um lendisumsiting er á veg, og sambært uppskotinum skulu óheftir kærumyndugleikar takast av, og avvarandi landsstýrisfólk fær sera víðar heimildir.
Ein beinleiðis avleiðing av lógini verður, sambært uppskotinum, at Skógfriðingarnevndin, tær lokalu náttúrufriðingarnevndirnar í sýslunum, Yvirfriðingarnevndin og Býarskipanarnevndin fara í søguna.
Men sum skilst, verður tað ikki uttan mótstøðu.
Lógaruppskotið, sum er rættiliga umfatandi, bleiv sent til ummælis, ella hoyringar, í oktober. Freistin at koma við ummælum var 19. november, men av tí, at uppskotið ikki er lagt fyri Løgtingi enn, fæst ikki alment innlit í ummælini.
Ummælisskrivini frá Føroya náttúru- og umhvørvsfelag og Skógfriðingarnevndini eru tó komin Kringvarpinum í hendi, og tey eru atfinningarsom.
Føroya náttúru- og umhvørvisfelag (FNU) tekur undir við, at tørvur er á greiðari og betur samskipaðari lendisumsiting, men finst serliga at, at friðingarmyndugleikin verður fyribeindur.
Eisini verður millum annað funnist at, at ov nógv vald verður savnað hjá avvarðandi landsstýrisfólki sambært uppskotinum til nýggju lendissumsitingarlógina.
Í síni niðurstøðu í hoyringarskrivinum skrivar FNU millum annað soleiðis:
"FNU kann ikki taka undir við, at óheft náttúruvernd verður avloyst av einari skipan, har verndin í ov stóran mun er treytað av politiskari meting í einstaka málinum.
Felagið mælir til at varðveita og styrkja ein óheftan friðingarmundugleika, tryggja náttúruvernd tíðliga í tilgongdini og áseta greiðan kærurætt við møguleika fyri steðgandi virknaði."
Skógfriðingarnevndin tekur als ikki undir við, at hon skal takast av, hóast hon í hoyringarskrivinum yvirskipað er samd í, at ein lendisumsitingrlóg verður gjørd.
Skógfriðingarevndin sigur í niðurstøðuni, at uppskotið á ongan hátt lýsir avleiðingarnar av, at uppgávurnar hjá nevndini verða latnar víðari til ein skipanarmyndugleika, uttan yvirhøvur at verða lýstar. Nevndin heldur ikki, at talan er um gott lógarsmíð.
Ongin yvirskipað lóg er frammanundan í Føroyum um inntriv í lendi og náttúru millum bygdir, ella úti í óbygdum. Í dag verður hetta í høvuðsheitum regulerað í løgtingslógini um býarskipanir og byggisamtyktir frá 1954, náttúrufriðingarlógini frá 1970, lógini um landsvegir frá 1972 og lógini um viðarlundir frá 1952. Umframt nýggju náttúruverndarlógini frá 2023.
Tað eydnaðist ikki sunnudagin at fáa eina viðmerking frá Eyðdis hartmanna Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum.























