Kunnu ikki krevja talgildar umsóknir

Kunnu ikki krevja talgildar umsóknir
Umboðsmaðurin sigur, at í útgangsstøðinum avger ein borgari sjálvur, á hvønn hátt hann vendir sær til fyrisitingina
Studni hevði ikki heimild at krevja, at lesandi skulu søkja um studning á talgildari samskiftisskipan, sigur Sólja í Ólavsstovu, umboðsmaður
 
05.02.2014 - 13:46

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt málið um, at Studni kravdi, at lesandi skuldu søkja um lestrarstuðul um eina talgilda samskiftisskipan. 

Eingin heimild var fyri hesum. 

Í útgangsstøðinum velur ein borgari sjálvur, á hvønn hátt hann vendir sær til fyrisitingina. Hinvegin skal myndugleikin hava serstaka heimild fyri at áleggja borgaranum at samskifta talgilt. 

Reglurnar tær somu

Umboðsmaðurin gjørdi vart við, at reglurnar í fyrisitingarlógini og fyrisitingarligar meginreglur eru galdandi, sama um málsviðgerðin er manuell ella talgild. 

Umboðsmaðurin vísir eisini á, at almennir myndugleikar hava ábyrgdina av at tryggja, at stig, sum verða tikin í sambandi við talgilda fyrisiting, eru lóglig, og at talgildu skipanirnar gera tað møguligt hjá myndugleikunum at halda galdandi lógarkrøv.

 

Her er avgerðin hjá Umboðsmanninum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037