Hava góðan fiskiskap á Flemish Cap

Hava góðan fiskiskap á Flemish Cap
Váðasteinur hevur fiskað meiri enn 100 tons í trý samdøgur. Fiskimálaráðið kannar møguleikarnar at býta kvotuna millum trolarar og línuskip
Váðasteinur og hini skipini á Flemish Cap hava góðan fiskiskap í løtuni
 
06.02.2014 - 10:45

Í Fiskimálaráðnum kanna tey framvegis kunngerðina um fiskiskapin á Flemish Cap fyri at vita, um hon skal broytast.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at tveir møguleikar eru nevndir. Antin verður kvotan, sum nú er felagskvota, býtt millum trolarar og línuskip, ella verður hámark sett fyri hvørt skipið, sum hevur loyvi at fiska á Flemish Cap í ár.

Jacob Vestergaard sigur, at í fjør varð fýlst á, at kunngerðin um Flemish Cap kom so seint, at reiðaríini fingu ikki stundir at fyrireikað seg nóg væl. Tí varð kunngerðin fyri 2014 lýst tann 19.desember í fjør. Toskakvotan í 2014 er 3.246 tons. 

Góður fiskiskapur

Í løtuni eru trý føroysk skip á Flemish Kap. Og fiskiskapurin er góður. Línuskipið Váðasteinur byrjaði fiskiskap sunnudagin, 2.februar, og til í gjár, 5.februar, hevði hann fingið 106,6 tons av toski, upplýsir Vørn.

Trolarin Brestir byrjaði fiskiskap mikudagin í síðstu viku, og hevði til í gjár fingið 157,7 tons. Phoenix er júst byrjaður og hevði til í gjár bara havt tað eina hálið, sum var 700 kilo, upplýsir Vørn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373