23 milliónir fyri øki til flogvøllin

23 milliónir fyri øki til flogvøllin
Tað er kravið frá hagapartinum, Ytri Suðurtriðingur, í Sørvági, nú málið kemur fyri í Føroya rætti
 
10.02.2014 - 10:10

Í dag og í morgin fer Føroya rættur at viðgera stóra endurgjaldskravið hjá einum haga í Sørvági móti Vinnumálaráðnum.

Kravið er góðar 23 mió. kr. Hagaparturin Ytri Suðurtriðingur  í Sørvági krevur pengarnar fyri lendið, sum hagin misti, tá flogvøllurin varð útbygdur.

Vinnumálaráðið er stevnt, tí tað stóð fyri ognartøkuni í 2010.

Lendið varð ognartikið, tí semja fekst ikki millum Vága Floghavn og hagapartin um gjaldið fyri lendið.

Vága floghavn bjóðaði hagapartinum tríggjar milliónir krónur. Tað var í 2009.

Talan er um 200.000 fermetrar av haga.

Føroya rættur hevur sett tveir dagar av til málið, tí nógv vitni skulu avhoyrast, og nógv skjøl skulu leggjast fram og viðgerast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493