Byggja á Kambsdali seint í vár

Byggja á Kambsdali seint í vár
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður biður løgtingið broyta verklagslógina
 
13.02.2014 - 09:57

Útbyggingin av miðnámsskúlunum á Kambsdali, sum upprunaliga skuldi kosta 22 milliónir, er nú komin upp í 31 milliónir krónur.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið broyta verklagslógina frá mars í fjør, so 28 milliónir, sum prísurin var vorðin tá, fer upp í 31 milliónir krónur.

Peningur varð á fyrsta sinni settur av til umbygging og útbygging á Kambsdali í fíggjarlógini í 2012.

Síðani hevur Mentamálaráðið saman við Landsverki fyrireikað verkætlanina.

Ætlanin er at fara undir byggingina seint í vár.

Tá løgtingið samtykti fíggjarlógina fyri 2014, samtykti tað eisini at lata tríggjar milliónir afturat til miðnámsskúlarnar á Kambsdali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744