Ferðaráð Føroya verður P/F Visit Faroe Islands

Ferðaráð Føroya verður P/F Visit Faroe Islands
Ferðaráð Føroya verður gjørt til partafelag fyri at røkka málsetninginum um at ferðavinnan skal umseta fyri eina milliard í 2020
Mynd: Ferðaráð Føroya  
 
17.02.2014 - 12:31

Ferðavinnan skal hava eina milliard krónur í umsetningi og eitttúsund arbeiðspláss í 2020. Og hetta endamálið skal røkkast við at gera Ferðaráð Føroya um til eitt partafelag.

Tað hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, gjørt av, og hann hevur nú sent lógaruppskot um at umskipa Ferðaráðið til hoyringar.

Partafelagslógin skal galda fyri Visit Faroe Islands, men vanligt er, at partafeløg ikki bara hava útreiðslur, - tey hava eisini inntøkur.

Støðuga játtan

Men Visit Faroe Islands skal ikki selja nakra vøru og forvinna pening, - felagið skal selja Føroyar sum ferðavinnuland, soleiðis sum tað eisini stendur í lógaruppskotinum, har víst verður á, at slík feløg í grannalondunum eisini eru skipað á sama hátt.

Visit Faroe Island skal sambært ætlanini hava eina støðuga játtan á fíggjarlógini - í løtuni fær Ferðaráðið 16,4 milliónir krónur.

Við hesum nýggju fortreytunum, sum Ferðaráðið fær, metir landsstýrismaðurin við vinnumálum ikki, at tað er óveruligt, at ferðavinnan røkkur einari milliard í umsetningi í 2020.

Meira dynamikk og smidleika

Í viðmerkingunum til lógaruppskoti kemur eisini fram, at Ferðaráðið sjálvt vil gerast alment partafelag: Ferðaráðið vísir á, at tað sum stovnur undir Vinnumálaráðnum ikki hevur sama dynamikkin og smidleikan, sum kappingarneytarnir í Evropa hava.

Ein umskipan til partafelag hevði sambært Ferðaráðnum givið ferðavinnunini ein annan kontinuitet, sum ikki verður ávirkaður av politiskum turbulensi, soleiðis at størri orka kann verða løgd í ta kreativu marknaðarføringina og menningina av ferðavinnuni í Føroyum. 

Somuleiðis hevði ein partafelagsbygnaður ført til eitt størri vinnuligt fokus og økt áhugan hjá vinnuni at seta pening í marknaðarføringarátøk saman við Ferðaráðnum.

Sostatt hevði ein nýggjur bygnaður, sum er leysari frá politisku skipanini, og sum fær høvi at arbeiða meiri langskygt, ført við sær, at vinnan fær størri áhuga í allari marknaðarføringini, og at játtanin í nógv størri mun eisini verður privat fígging.

Hetta ger, at marknaðarføringin sostatt verður størri og munadyggari, stendur í uppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981