Danir glaðir fyri seg sjálvar

Danir glaðir fyri seg sjálvar
Triði hvør dani heldur, at heimurin hevði verið eitt betri stað, um bert øll fólk í øðrum londum vóru sum teir, kemur fram í nýggjari kanning
Triði hvør dani heldur, at heimurin hevði verið eitt betri stað, um øll fólk í heiminum vóru sum teir, kemur fram í nýggjari kanning

17.02.2014 - 13:34

Fólk í Skandinavia eru sum heild fegin um sín tjóðskap. Kortini eru íbúgvarnir í onkrum skandinaviskum londum fegnari um sín tjóðskap enn í grannalondunum.

Tað er ein av niðurstøðunum í eini nýggjari kanning, sum Stiftelsen Kirkeforskning í Noregi hevur gjørt, og sum nú eisini er kunngjørd, skrivar videnskab.dk.

Danir glaðast fyri seg sjálvar í Skandinavia

Sambært kanningini, sum Stiftelsen Kirkeforskning hevur gjørt, heldur triði hvør dani, at heimurin hevði verið eitt betri stað, um øll vóru sum teir eru.

Norrmenn og sviar eru eisini væl við í kanningini. Fimti hvør norrmaður heldur tað vera spell, at allir heimsins borgarar ikki eru sum norrmenn eru.

Sviar smæðast heldur ikki burtur í kanningini hjá Stiftelsen Kirkeforskning, tí eisini fimti hvør svii heldur, at teir eru besta og fittasta fólkslagið í heiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572