33 mál á skránni

33 mál á skránni
Lønin og ymsu samsýningarnar hjá landsstýrisfólkunum var eitt av mongu málunum, sum vóru fyri á landsstýrisfundi í gjár
 
18.02.2014 - 13:29

Hópin av lógaruppskotum, broytingum og ríkislógartilmælum fara komandi dagarnar at rapa inn gjøgnum brævsprekkuna í løgtinginum.

Løgtingið hevur higartil í ár havt fá mál at viðgera í tingsalinum, men komandi vikurnar verða heilt givið øðrvísi.

Ein ábending um, hvørji politisku bardagarnir vera og hvat teir verða um, fekst aftaná landsstýrisfundin í gjár.

Lønir og samsýningar

Fundurin var langur, tí 33 ymisk politisk mál vóru á skránni. Øll málini enda ikki í løgtinginum, men fleiri.

Lønir og samsýningar hjá landsstýrisfólkum er eitt av mongu málunum. Uppskotið er ikki lagt fyri løgtingið enn og tískil hava vit heldur ikki sæð tað enn, men sum skilst fer landsstýri at skjóta upp at broyta lønarviðurskiftini eins og ein arbeiðsbólkur mælti til gamlaárskvøld 2012.

Útvarpið kundi í gjár vísa á, at landsstýrisfólk í fjør fingu 865.899 kr. í skattafríum kostnaðarendurgjaldi.

Fylgir uppskotið tilmælinum frá arbeiðsbólkinum, verður kostnaðarendurgjaldið strikað og landsstýrisfólk fáa ístaðin ein bil og lønarhækkan.

Loyvisgjaldið til alifyritøkur

Nógv umrødda loyvisgjaldið, sum alifyritøkur eftir ætlan skulu rinda fyri framíhjárættin til firðirnar, var eisini fyri á landsstýrisfundi. Landsstýrið væntar at fáa eina munandi milliónainntøku av loyvisgjaldinum.

Ætlanin at langtíðarleiða eitt nýtt privat havrannsóknarskip, avlurtingarpakkin, privatiseringin av Ferðaráðnum og nýggja etiska ráðið vóru eisini umrødd á landsstýrisfundinum.

Flestu omanfyrinevndu málini verða komandi dagarnar løgd fyri løgtingið.

Seinasta freistin er leggja mál fyri tingið í hesari tingsetu, er 8. mars

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328