Norra og ES mist felagsstevið í makreltrætuni

Norra og ES mist felagsstevið í makreltrætuni
Samanhaldið millum Norra og ES í makrelstríðnum er viknað nógv. Orsøkin er, at ES gav Føroyum og Íslandi eitt tilboð uttan at spyrja Norra
 
21.02.2014 - 10:26

Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, duldi ikki misnøgd sína við ES á aðalfundinum hjá norska reiðarafelagnum Fiskebåt í gjár.

Hon segði, at ES órógvar samráðingarnar hjá strandar-londunum um makrelin.

Reiðarar í Norra fýlast á, at makreltrætan ger, at Norra heldur ikki fær avtalur við ES um onnur fiskasløg. Fiskiskapur, sum vanliga plagar at byrja í januar, hevur ikki verið í ár.

Skal standa sína roynd

Makrelstríðið hevur eisini gjørt, at norsk skip nú í nøkur ár ikki eru sloppin at fiska í føroyskum sjógvi. Føroysk skip sleppa heldur ikki í norskan sjógv at royna.

Eliasbeth Aspaker viðgongur, at samstarvið millum Norra og ES skal standa sína roynd, tí ES lovaði Føroyum og Íslandi størri kvotu, uttan at Norra góðkendi tað, skrivar Fiskeribladet Fiskaren.

Norski reiðarar halda, at Norra eigur at gevast við samráðingunum um makrelin og gera tað, sum Norra heldur er skilabest. Men tað vil ráðharrin tó ikki. Hon gjørdi tó greitt á aðalfundinum hjá norsku reiðarunum, at Ísland sleppur ikki at fiska makrel í norskum sjógvi. Hon nevndi ikki Føroyar í tí sambandinum.

Hjá føroysku nótaskipunum er tað ein fyrimunur at sleppa at fiska makrel í norskum sjógvi, tí tá fæst betri prísur fyri fiskin.

Men so leingi, semja ikki fæst um makrel og sild, sleppa føroysk skip ikki í norskan sjógv.

ES ger skitna arbeiði

Audun Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum, fanst hvassliga at handfaringini hjá ES av makreltrætuni í samrøðu við útvarpið 25. januar í ár. 

ES noyðist nú at skitna arbeiði fyri Føroyar og Ísland í makrel-trætuni og trýst Norra at lata burtur av síni kvotu, tí Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommiserur, hevur vavt samráðingarnar upp í ein ellubita við at bjóða Føroyum og Íslandi 11,9 prosent av heildarkvotuni uttan um Norra, eru bersøgnu orðini frá Audun Maråk. 

ES GER SKITNA ARBEIÐI FYRI FØROYAR

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961