Vit keypa tænastur uttanlands fyri 2,2 mia. kr.

Vit keypa tænastur uttanlands fyri 2,2 mia. kr.
Tænastur eru millum annað ferðafólka- og farmaflutningur og kunningartøkni
 
24.02.2014 - 08:06

Føroyingar keypa tænastur í øðrum londum fyri dupult so nógv sum tænastur verða seldar øðrum londum fyri.

Nýggjastu tølini eru frá 2012. Tey hevur Hagstovan kunngjørt. Sambært tølunum keyptu føroyingar tænastur uttanlands fyri 2,2 mia. kr. í 2012. Sama árið seldu føroyingar øðrum londum tænastur fyri 1,1 milliard.

Ein milliard meiri enn í 2005

Tær 2,2 milliardirnar í 2012 eru ein milliard meira enn í 2005. Men sølan av tænastum vaks bara hálva milliard frá 2005 til 2012.

Tænastur eru millum annað ferðafólka- og farmaflutningur og kunningartøkni. Keyp av tænastum uttanlands svaraði í 2012 til 22% av útreiðslunum á gjaldsjavnanum. Sølan svaraði til 12% av inntøkunum á gjaldsjavnanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522