Gerðarrættur viðgera handilstiltøk móti Føroyum

Gerðarrættur viðgera handilstiltøk móti Føroyum
Løgmaður harmast, at neyðugt er at taka slíkt stig
Løgmaður harmast, at neyðugt er at seta ein gerðarrætt at viðgera handilstiltøkini móti Føroyum
 
26.02.2014 - 12:01

Á fundi í trætustovninum hjá Heimshandils felagsskapinum (WTO) í dag varð gjørt av at seta á stovn ein WTO-gerðarrætt. Hann skal taka støðu til, um handilstiltøkini hjá ES móti Føroyum eru í stríð við WTO-sáttmálan.

- Tað er harmiligt, at Føroyar mugu nýta WTO-gerðarrættarskipanina fyri at fáa ES handilstiltøkini sett úr gildi. Hetta er kortini eitt neyðugt stig, tí handilstiltøkini hjá ES stríða við altjóða handilsrætt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Nú skulu limirnir í gerðarrættinum veljast, og partarnir fara at royna at semjast um tað.

Eydnast ikki at koma ásamt um henda spurning innan rímiliga tíð, ber til at biðja WTO aðalskrivaran at virka sum semingsmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949