- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar halda ikki barnarættindasáttmálan

Tað segði ST í fjør. Og tað eigur ikki at fara aftur við borðinum uttan at nakað verður gjørt fyri at føroysk børn fáa øll rættindi, tey eiga. Tað heldur Amnesty Føroya deild, sum nú fer at varpa ljós á á barnarættindi og menniskjahandil í Føroyum.

Amnesty Føroya deild heldur tað vera neyðugt at rópa hart um barnarættindi og vísa á, júst hvørji rættindi eru galdandi fyri øll børn í Føroyum.

Plakat við 41 greinum

Amnesty Føroya deild gjørt eina plakat við øllum 41 greinunum í altjóða barnarættindasáttmálanum, sum Føroyar undirskrivaðu í 1993. Endamálið er, at føroysk børn fara at kenna síni rættindi.

Í niðurstøðunum og átalunum, sum ST-nevndin gjørdi í 2011 um støðuna hjá børnum í Føroyum, varð víst á, at fylgissáttmálin um sølu av børnum, barnaprostitutión og barnapornografi eigur at verða settur í gildi í Føroyum.

Vita ov lítið um barnarættindi

Í Føroyum fáa børn og vaksin, sum arbeiða við børnum, ikki nóg nógv at vita um rættindini hjá børnum, sigur Jacoba Kruse, aðalskrivari í Amnesty Føroya deild.

Vantandi upplýsing var eitt, sum ST-nevndin átalaði føroysku myndugleikarnar fyri í fjør.

Altjóða barnarættindadagur er tann 20. november.