Merkel: Putin livir í ævintýrheimi

Merkel: Putin livir í ævintýrheimi
Týski kanslarin Angela Merkel var hvassorðað, eftir at hon hevði tosað í telefon við russiska forsetan Vladimir Putin, sunnudagin.
Samband var millum týska kanslararn, Angelu Merkel, og russiska forsetan, Vladimir Putin, sunnudagin. Á skránni var støðan í Ukraina.
 
03.03.2014 - 11:15

The New York Times skrivar, at Angela Merkel og Barack Obama tosaðu saman, eftir at Angela Merkel í gjár, sunnudagin, hevði eina telefonsamrøðu við russiska forsetan.

- Angela Merkel skal hava sagt við Barack Obama, at hon ivast í, um Putin yvirhøvur hevur samband við veruleikan. Hann var í heilt arðari verð, í einum ævintýrheimi, skal Merkel hava sagt, skrivar The New York Times.

Merkel er vanliga varin

Týski kanslarin er vanliga varin í orðavali. Útsagnir hennar eftir telefonsamrøðuna við Putin styrkir illgruna um, at Russland als ikki letur seg ávirka av trýstinum frá umheiminum.

Kanningarnevnd

Í samrøðuni við Putin skulu tey bæði vera komin ásamt um at seta eina kanningarnevnd at kanna, hvat er farið fram í Ukraina seinastu tíðina. Sambært netmiðlinum, Deutsche Welle, komu tey ásamt um kanningarnevndina fyri at linka spenningin í økinum.

Ógreitt

Enn er Angela Merkel ikki komin við ítøkiligum upplýsingum um, hvør skal manna kanningarnevndina. Heldur ikki er ógreitt, neyvt hvør málsetningurin hjá nevndini verður.

Kelda: The New York Times/Deutsche Welle/Aftenposten

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065