Funnu amfetamin umborð á Norrønu

Funnu amfetamin umborð á Norrønu
Skiparin umborð á Norrønu fann pakka fjaldan á einum vesi.
 
05.03.2014 - 10:38

Tollarar á Seyðisfirði funnu ígjár amfetamin umborð á Norrønu. 

Tað var skiparin umborð á Norrønu, sum boðaði íslendsku tollmyndugleikunum frá, at tey umborð høvdu funnið ein pakka fjaldan uppi undir loftinum á einum vesi umborð. 

Tveir tollarar og ein servandur hundur fóru umborð, kannaðu pakkan og kundu staðfesta, at talan var um 120 gramm av amfetamini, sigur løgreglan á Seyðisfirði, sum nú kannar málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303