Landið lænir eina milliard

Landið lænir eina milliard
Landið fer at læna eina milliard krónur í ár, 200 milliónir til at rinda fyri hallið hjá landskassanum og 800 milliónir til at rinda aftur gomul lán
 
11.03.2014 - 06:53

Løgtingið fer í dag undir at viðgera tey nógvu tingmálini, sum komu fríggjadagin. Millum málini, sum skulu viðgerast í dag, er lógin um lántøku til landskassan í 2014. Fíggjarmálaráðið biður í hesum uppskotinum um loyvi til at læna 200 milliónir, so landskassin hevur neyðuga gjaldførið í ár.   

Men í veruleikanum hevur landskassin brúk fyri 442 milliónum til bæði árini, 2013 og 2014. Sambært Fígging Landsins varð hallið í fíggjarlógini fyri 2013 góðar 170 milliónir størri enn tær stívliga 240 milliónirnar, sum standa í fíggjarlógini. Hallið í fíggjarlógini í fjør er mett at vera 415 mió. kr. Gjaldførið hjá landskassanum er tó betri enn minstakravið í lógini, sum er 15 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni. Tí nýtist landskassanum ikki at læna meira enn 200 milliónir.

Gjaldstovuráðið ásetti 16.september í fjør, at landsins minsta gjaldføri í 2014 er tvær milliardir og 25 milliónir krónur, sum eru hálvthundrað milliónir meira enn í fjør.

Landið noyðist eisini at læna 650 milliónir krónur í ár til at gjalda brævalán, sum fellur til gjaldingar 7.apríl.

Minst eina millard

Tá landið tekur lán, er ráðiligt ikki at læna minni enn 1 mia. kr. í einum, sigur Fíggjarmálaráðið. Og fyri at koma upp á milliardina verða eisini læntar 150 milliónir til at gjalda aftur lán, sum fellur til gjaldingar næsta ár.

Við ársenda 2014 verður landskassans langfreistaða bruttoskuld fimm milliardir og 570 mió.kr. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519