Rentukríggj kostar peningastovnunum

Rentukríggj kostar peningastovnunum
Inntøkurnar hjá minsta peningastovninum í Føroyum vóru 41 prosent minni í fjør enn í 2012. Rentukríggj fær part av skyldini
Søren L. Bruhn, stjóri og nevndarformaður í Suðuroyar sparikassa, Hans Petur Joensen
Mynd: Eilen Sandá  
 
15.03.2014 - 10:45

Rentukríggið millum peningastovnarnar er ikki gagnligt fyri samfelagið sum frá líður. Tað elvir til ótryggleika heldur enn javnvág og tryggleika.
Tað heldur Suðuroyar Sparikassi, sum hevur merkt sviðan av rentukrígnum, sum kom í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni.
Kreppan tykist vera hasað av, men so kom rentukríggið í staðin fyri.   
Inntøkurnar hjá Suðuroyar Sparikassa, minsta peningastovninum í Føroyum, vóru 41 prosent minni í fjør enn í 2012.
Høvuðsorsøkin er rentustríðið og serligar útreiðslur av tillagingum í starvsfólkakostnaðum í desember, sigur leiðslan í Sparikassanum.
Netto rentuinntøkan minkaði fimm prosent í fjør.  
Men kortini hevði Suðuroyar Sparikassi stóra framgongd í 2013. Yvirskotið fyri skatt var beint oman fyri tvær milliónir krónur, sum eru 767 prosent meira enn í 2012. 
Orsøkin er fyrst og fremst nógv minni niðurskrivingar í fjør. Solvensurin er 15,3 prosent. Hann hækkaði 0,4 prosentstig í fjør.
Suðuroyar Sparikassi hevur aðalfund 31.mars.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891