Sparingar raka nú Hamragarð í Vági

Sparingar raka nú Hamragarð í Vági
Fyrstu sparingarnar á Hamragarði eru nú gjørdar. Stovnurin hevur fingið boð um at spara 60 tímar afturat um vikuna fyri at spara 700.000 kr.
Hamragarður í Vági skal spara. Tí verða nú 60 arbeiðstímar um vikuna skornir burtur
Mynd: KvF

08.04.2014 - 16:00

Suðuroyarportalurin skrivar, at sum skilst, er spart í reingerðini, og eitt starvsfólk varð í gjár sagt úr starvi. Stovnurin hevur fingið boð um at spara 60 tímar afturat um vikuna fyri at spara 700.000 kr.

Í brævi til fjølmiðlar í farnu viku vístu starvsfólk á, at frammanundan er røktin longu skorðin inn á bein, og at starvsfólkini eru stúrin um hvørjar umstøður, tey hava at bjóða eldru borgarunum.

SÍ EISINI Køkurin letur aftur 1. mai

Í verandi løtu er reingerðingin minimal, ein náttarvakt er spard burtur, og allir ítrivstímar eru spardir burtur. Starvsfólkini hava fingið at vita, at einasta loysn er at steingja køkin í vikuskiftunum.

Matur til vikuskiftini skal sostatt vera klárur tíðliga fríggjadag, og hitast upp til leygardag og sunnudag. Jastrid Nielsen, leiðari á ellis- og røktarheiminum í Vági, hevur onga viðmerking, annað enn, at skalt tú spara, so rakar tað altíð onkran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918