Manningar fáa ikki trygd í lógini

Manningar fáa ikki trygd í lógini
Samgongan metir tað sum brot á fría samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum
 
09.04.2014 - 11:16

Tað eydnaðist ikki á vári 2012, heldur ikki á vári 2013, og tað fer heldur ikki at eydnast á vári 2014.

Aftur hesa ferð mælir samgongan frá at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at fáa lógina um vinnuligan fiskiskap broytta, so lógin krevur, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Sambært álitinum hjá Vinnunevndini heldur samgongan, at tað er óheppið, at løgtingið ásetir lønir við lóg og ger seg inn á fría samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum.

Samstundis sigur meirilutin í Vinnunevndini tó, at sáttmálar hjá reiðarafelag og manningarfeløgum skulu haldast á føroyskum fiskiskipum.

Og sama, hvussu ofta ella sjáldan skip koma í føroyska havn, skal manningin hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum fyri at kunna vera við føroyskum fiskiskipum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659