Eitt stig afturat til Føroyar

Eitt stig afturat til Føroyar
Føroyska kvinnulandsliðið fekk eitt stig afturat í HM-undankappingini við 0-0 javnleiki móti Norður-Írlandi
 
10.04.2014 - 20:22

Føroyska kvinnulandsliðið fekk eitt stig afturat í hesi HM-undankappingini við málleysum javnleiki móti Norður-Írlandi í kvøld.

Úrslitið 0-0 lýsir dystin rættiliga væl, tí málmøguleikarnir vóru fáir.

Besta føroyska møguleikan fekk Anna Sofía Sevdal sum varð spæld leys móti málinum, tá 74 min vóru spældir. 

Málverjin hjá Norður-Írlandi, Emma Higgins, var skjót út úr brotssteiginum og fekk bjargað við andlitinum(!)

Norður-Írland kom ikki til nógvar málmøguleikar. Tá 62 min. vóru spældir, vóru tær tætt við, men Randi Wardum bjargaði væl.

Norður-Írland kom eisini til ein stóran møguleikan í yvirtíðini, men Malena Josephsen blakaði seg í eina takkling og fekk vart fyri.

Tordu ov illa at leypa á:

Føroyska liðið stóð sera væl í verjustøðu, og megnaði at halda Norðurírlandi frá møguleikum.

Munurin var lítil og eingin á liðunum, og tí var saknur í, at føroyska liðið royndi seg meira í álopspartinum.

Føroyska liðið valdi ov ofta, at sparka langar bóltar niðan, og tað var tórført hjá Heidi Sevdal at fáa nakað burtur úr tí.

Disiplinerað avrik

Tað sæst, at føroyska liðið er blivi munandi betri av at hava spælt fýra HM-undankappingardystir. Føroyska liðið helt seg til avtalurnar og gjørdi eingi mistøk.

Norðurírska liðið er nøkur pláss omanfyri Føroyar á UEFA-styrkislistanum, men tað sást ikki í kvøld, og tí bendir nógv á, at føroyska liðið mennist fyri hvønn dyst.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473