- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leingja verjugarðin
Leingja verjugarðin
Nes kommuna fer nú at leingja verjugarðin við atløgubryggjuna við Rætt á Toftum

15.04.2014 - 09:42
Í illveðrinum, sum var í desember í fjør og januar í ár, fekk fyllan innanfyri verjugrótið á nýggja havnalagnum skaða av nógva uppganginum tá.
Tosað hevur verið um, hvussu sleppast kann undan, at hetta verður afturvendandi trupulleiki.
Verandi verjugarður sunnanfyri saltsølubygningin, skal nú leingjast norður til atløgubryggjuna, og skal verða í somu hædd sum verandi verjugarður.
JHR Entreprenørar skulu gera arbeiðið, og sáttmálin varð í gjár undirskrivaður.
Arbeiðið fer at kosta 368-túsund krónur, og verjugarðurin skal verða liðugur á ólavsøku í ár, skrivar heimasíðan hjá Nes Kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























