Fiskimálaráðið lýst kunngerð

Fiskimálaráðið lýst kunngerð
Kunngerðin staðfestir samtyktirnar í NEAFC um fiskiskap á djúpum vatni. Ásetingarnar í kunngerðini eru tó ikki nýggjar fyri føroysk skip
 
16.04.2014 - 10:15

Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerð, sum skipar fiskiskapin hjá føroyskum skipum eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi í NEAFC. Ásetingarnar í kunngerðini eru ikki nýggjar fyri føroysk skip, tí undanfarin ár hava tær verið treytir í fiskiloyvinum hjá skipunum.

Fiskidagar ásettir

Høvuðstættirnir í kunngerðini eru, at nú kunnu føroysk skip royna eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi í NEAFC í tilsamans 341 fiskidagar í 2014. 
Henda skipan er galdandi fyri allan fiskiskap eftir teimum fiskasløgum, ið eru nevnd í kunngerðini. 
Umframt fiskidagatal er hámark sett fyri, hvussu nógv kann fiskast av búrfiski og kubbuta langasporli. Føroysk skip kunnu í 2014 fiska 150 tons av búrfiski. 
Saman við skipum úr hinum NEAFC-londunum kunnu føroysk skip fiska av eini felagskvotu av langasporli upp á 1350 tons. 

Bannað at fiska hávasløg

Bann er sett fyri øllum beinleiðis fiskiskapi eftir brugdu, hemara, hávi og øðrum hávasløgum í altjóða sjógvi. 

Tíðaravmarkað veiðibann er á gýtingarleiðum hjá blálongu. 

Loyvt er ikki at royna við gørnum á leiðum í altjóða sjógvi, har dýpið er meira enn 200 m.

Loyvi at royna eftir djúphavsfiski í NEAFC-økinum verða latin skipum, sum fyrr hava fiskað har, ella sum hava loyvi at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi. 
Til beinleiðis fiskiskap eftir búrfiski krevst tó serstakt fiskiloyvi, sum verður latið skipi, ið fyrr hevur havt slíkt loyvi.
VØRN avgreiðir umsóknir um fiskiloyvi o.a. í sambandi við fiskiskap eftir botnfiski á djúpum vatni í altjóða sjógvi.
Tey, sum longu hava søkt Fiskimálaráðið um fiskiloyvi, nýtast ikki at søkja av nýggjum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Mono 4 - Fróði Løksagarð - 251126
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858