Á gáttuni til borgarakríggj

Á gáttuni til borgarakríggj
Ukrainsk uppreistrarfólk hava í morgun tikið fleiri stríðsvognar, sum fyribilsstjórnin í gjár sendi at niðurbasa uppreisturin í Eysturukraina
 
16.04.2014 - 11:28

Sambært fleiri altjóða tíðindastovum, sendi ukrainska fyribilsstjórin stríðsvognar fyrrakvøldið ella í gjár at niðurberja uppreiðstrarfólkini í russiskt-talandi eystara partinum av landinum. 

Uppreistrarfólk hava seinastu dagarnar hertikið fleiri stjórnarbygningar í Ukraina, millum annað ein flogvøll. Men tað eydnaðist stjórnarherinum at taka flogvøllin aftur í gjár. 

Uppreistrarfólk í stríðsvognum

Men í morgun koyrdu umleið 100 uppreistrarfólk á fleiri stríðsvognum inn í miðbýin í býnum Kramatorsk við russiskum fløggum. 

Hernaðartyrlur frá ukrainska herinum hava verið á varðhaldi, men fyribils hava ongar fráboðanir verið um samanbrestir millum stjórnarherin og uppreistrarfólkini í miðbýnum í Kramatorks.

Putin ávarar Merkel um borgarakríggj

Vladimir Putin tosaði sambært russisku tíðindastovuni Itar-tass i gjár við Angelu Merkel, ríkikanslara í Týsklandi. Hann ávaraði um, at stórur vandi er fyri borgarakríggi i Ukraina. 

Angela Merkel og fleiri europeiskir stjórnarleiðarar hava seinastu vikurnar ávarað Russland og Vladimir Plutin við tiltøkum, um Russland blandar seg í stríðið í Russlandi. 

Hildið verður, at Russland stuðlar uppreiðstrarfólkunum í Eysturukraina. Russland hertók fyri stuttum ukrainsku Kriimhálvoynna.

Samráðinga verða í morgin

Eftir ætlan skulu stjórnarleiðarar úr Russlandi, USA, ES og Ukraina hittast til samráðingar í Geneve í morgin, í eini roynd at finna friðarliga loysn uppá kreppuna. Men russar hava hótt við at geva avboð. 

- Um Russland heldur seg hava meira at missa, enn teir kunnu vinna í samráðingunum, so kann tað lættiliga henda, at russar ikki vilja samráðast, sigur Henrik Breitenbauch, granskari við danska blaðið Politiken. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Mono 4 - Fróði Løksagarð - 251126
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858