Samkynjan bannað í Uganda

Samkynjan bannað í Uganda
Í Uganda eru tveir samkyndir menn nú í vanda fyri at fáa lívlanga fongsulsrevsing.
 
19.04.2014 - 10:37

Tjóðartingið í Uganda samtykti tann 20. desember í fjør eina lóg, sum hevur við sær, at samkynd kunnu verða revsað við lívlangari fongsulsrevsing. Nýggja lógin bannar eisini teimum, sum stuðla ella eggja til homoseksualitet.

 

Forsetin setti lógina í gildi í februar.

 

Fyrsta rættarmálið um samkynd síðan lógarsamtyktina verður tann 7. mai.

 

24 ára gamli Kim Mukisa er ákærdur fyri at vera samkyndur, og 19 ára gamli Jackson Mukasa er ákærdur fyri at vita um aðrar samkyndar persónar, uttan at boða ákæruvaldinum frá.

 

Teir báðir hava sitið í varðhaldi síðan desember.

 

Anti-homológgávan í Uganda leggur upp til lívlanga fongsulsrevsing fyri lógarbrot um grovan homoseksualitet.

 

Síðan lógarsamtyktina hava fleiri veitingarlond tikið sín stuðul til Uganda aftur. Danmark stuðlaði stjórnini har við 47 milliónum krónum, men hava nú flutt upphæddina til politisk mótstøðufólk, sum stuðla teimum samkyndu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444