Styrkt samband

Styrkt samband
Fyrsti toppfundur millum Føroyar og Skotland var í gjár
Alex Salmond, skotski stjórnarleiðarin, er boðin til Føroya
 
24.04.2014 - 08:35

Samstarvið millum Føroyar og Skotland skal styrkjast munandi.

Tað eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og skotski stjórnarleiðarin, Alex Salmond, á einum máli um eftir fund í Edinburgh í gjár. Hetta var ein søguligur fundur, tí hetta er fyrstu ferð, at stjórnarleiðarar í Føroyum og Skotlandi hittast.

- Skotland er í løtuni millum best umtóktu lond hjá føroyingum at nema sær hægri útbúgving. Tá ið ræður um hægri lestur, eru stórir møguleikar at samstarva um útbúgvingartilboð bæði í Føroyum og Skotlandi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Bæði Føroyar og Skotland fegnast um, at semja er gjørd í makrelmálinum, og báðir partar vóna, at ein nøktandi loysn fæst í sildatrætuni. 

Løgmaður hitti í gjár eisini Alistair Carmichael, sum er ráðharri í skotskum málum í bretsku stjórnini. Eins og Alex Salmond kunnaði ráðharrin í skotskum viðurskiftum løgmann um fólkaatkvøðuna í Skotlandi í heyst. 

Onnur mál, sum vórðu viðgjørd, vóru oljuvinna, handilssamstarv og ferðasambandið millum Føroyar og Skotland.

Løgmaður hevur boðið bæði Alex Salmond og Alistair Carmichael til Føroya á vitjan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848