Ikki heimild at seta siglingarbann

Ikki heimild at seta siglingarbann
Fortreytirnar fyri, at Sjóvinnustýrið kundi geva garnaskipinum Anitu siglingarbann eftir vanlukkuna, tá skipið misti ein mann, vóru ikki har.
 
27.04.2014 - 10:43

Sjóvinnustýrið kann seta skipi siglingarbann, um skipið er fongt við brekum, ella aðrar umstøður eru, sum kunnu seta lív og heilsu í vanda hjá fólkinum umborð. 

Upplýsingarnar, sum komu fram beint eftir vanlukkuna hjá Anitu, bendu á eitt arbeiðsóhapp. Ongar ábendingar vóru um, at nakað var galið við sjálvum skipinum, ella at lív ella heilsa hjá manningini annars vóru í vanda. 

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu, sum, eins og nógv onnur, undrast á, at Anita ikki fekk boð um at koma til lands so skjótt sum hon var liðug at leita eftir manninum, sum fór fyri borð við gørnunum. 

Og Johan Dahl sigur, at hann er samdur við Sjóvinnustýrið. Sjóvinnustýrið hevði ikki heimild at geva Anitu siglingarbann.  

Sýnið áðrenn vanlukkuna vísti ongin brek

Landsstýrismaðurin sigur, at klassin sýnaði Anitu 16.januar, tríggjar vikur, áðrenn vanlukkan. Og klassin hevði onga serliga viðmerking um standin á skipinum.  
 
Sjóvinnustýrið viðger málið sum eina arbeiðsvanlukku, svarar Johan Dahl.

Hann sigur, at eftirlit um borð á Anitu, tá hon var komin í havn, avdúkaði, at trygdarvenjingarnar høvdu ikki verið nóg fullfíggjaðar. 

Sjóvinnustýrið er ikki liðugt at kanna vanlukkuna og hevur tí heldur ikki gjørt nakra niðurstøðu enn, hevur Útvarpið fingið at vita haðani. 

Gunnvør Balle spyr eisini, um nakar myndugleiki tryggjar, at manning á fiskiskipum fær sína hýru, aftan á at teir eru farnir heim. Svarið er nei. Eingin myndugleiki kann tryggja, at útlendingarnar, sum vóru við Anitu, fáa sína hýru.

Tá er tó ikki sagt, at manningin á Anitu ikki fekk ella fær sínar pengar. Reiðarin hevur sagt, at avroknað verður við manningina.   

Samanumtikið sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, at hann fyri sítt málsøki í landsstýrinum kann siga, at eingi viðurskifti hjá Anitu kundu ikki góðtakast.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107