Grønlendingar um Trump: USA skal ikki eiga okkum

Grønlendingar um Trump: USA skal ikki eiga okkum
Støðan er heilt óverulig, halda grønlendsku Aka-Bikki Frederiksen og Mille Louise Rasmussen, nú Donald Trump hevur endurtikið at hann vil hava ræðið á Grønlandi
Símun Waag
Mille Louise Rasmussen og Aka-Bikki Frederiksen eru úr Grønlandi, men eru í løtuni í Føroyum. Tær lesa báðar til lærara, og starvast um dagarnar á Sankta Frants skúla, har tær eru í starvsvenjing
22.01.2025 - 13:10

"Fyri meg, so er støðan óverulig. Men, tað er altso Trump - og við honum, so veit mann ikki. So kanska burdi mann tikið tað í álvara". 

Soleiðis sigur Mille Louise Rasmussen í sambandi við at Donald Trump, nú sum innsvorðin forseti, hevur endurtikið at hann vil hava ræðið á Grønlandi. 

Mille Louise Rasmussen og Aka-Bikki Frederiksen eru úr Grønlandi, men eru í løtuni í Føroyum. Tær lesa báðar til lærara, og starvast um dagarnar á Sankta Frants skúla, har tær eru í starvsvenjing. 

Hóast tær fyrst og fremst eru upptiknar til arbeiðis, so hava tær eina mening um ætlaninar hjá Donaldi Trump.

"USA skal ikki eiga Grønland," siga tær nærmast við ein munn.  

"Kortini vóni eg, at hetta fer at elva til kjak, og at tað kann styrkja sambandi millum Grønland og Danmark," leggur Mille Louise Rasmussen aftrat. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343