Gøla hjá íslendsku løgregluni

Gøla hjá íslendsku løgregluni
Ein íslendskur løgreglumaður hevur lagt persónligar upplýsingar um offur fyri kynsligum harðskapi út á ein afturlatnan bólk á Facebook.
 
03.05.2014 - 10:34

Eisini í Íslandi er nógv kjak um heimildirnar hjá løgregluni at liggja inni við persónligum upplýsingum, nú at tað er komið fram, at ein íslendskur løgreglumaðurr hevur lagt upplýsingar um kvinnur, sum hava verið fyri kynsligum harðskapi, út á Facebook.

Løgreglumaðurin var í einum afturlatnum bólki saman við ein løgfrøðingi og ein starvsmanni í einari telefyritøku. 

Løgregulmaðurin hevði gjørt sær dælt av telduskipanini hjá løgregluni, og hevði funnið fram upplýsingar um kvinnur, ið vóru raktar av kynsligum harðskapi, sum hann hevði lagt út á afturlatna Facebook-bólkin, soleiðis at limirnir kundu samskifta um misbrúktu kvinnurnar. 

Bæði løgreglumaðurin og hinir limirnir í Facebook-bólkinum eru fyribils uppsagdir, meðan málið verður kannað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928