Tímalønin hækkar 4,80 krónur

Tímalønin hækkar 4,80 krónur
Semja er gjørd millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið. Tímalønin hækkar knappar fimm krónur næstu tvey árini
Tilvildarlig mynd
 
06.05.2014 - 06:23

2,20 kr. um tíman afturat 1.mai í ár og 2,60 kr. 1.mai næsta ár. Tað eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, samd um.

Feløgini hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála, har tímalønin hjá arbeiðsfólki hækkar 4,80 kr. í sáttmálaskeiðinum, og eftirlønin hækkar upp í 10 prosent. 

Sersáttmáli

Hækkingarnar svara til ein karm, sum er 1,98 prosent í ár og 2,25 prosent næsta ár. Eisini er sersáttmáli gjørdur fyri alivinnuna, sum tryggjar, at laksur og smolt verða røkt, meðan arbeiðssteðgur er. 

Sáttmálarnir millum Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini fóru úr gildi 1.mai, men teir vórðu longdir til á midnátt í gjárkvøldið, og um tveytíðina í nátt vórðu partarnir samdir og skrivaðu undir nýggjan tvey ára sáttmála. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423