Leggja seinastu hond á avlurtingarpakkan

Leggja seinastu hond á avlurtingarpakkan
Vinnunevndin hevur fund fyrrapartin, og ætlanin er at málið skal koma til aðru viðgerð í tinginum seinnapartin
 
06.05.2014 - 09:47

Vinnunevndin fer á fund  klokkan hálgvum ellivu at leggja seinastu hond á álitið um seinasta partin av avlurtingarpakkanum. Tann partin, sum krevur, at telefyritøkurnar tøkniliga skulu kunna geva løgregluni tær upplýsingar og avlurtingar, sum henni tørvar.

Nevndin hevði fund um broytingarnar í fjarskiftislógini seint í gjárkvøldið, men tá vóru ikki allar súðir syftar.

Andstøðan mælir frá

Minnilutin, Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard, mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið og vísir m.a. til, at tað ikki er rætt at áleggja borgaranum prísin fyri tær tænastur, sum løgreglan krevur at fáa frá telefyritøkunum út frá rættargangslógini, har tann stóri avlurtingarpakkin er skipaður.

Umhugsa at útseta lógina

Hanus Samró úr Fólkaflokkinum er eisini ímóti at føroyski telekundin skal rinda við størri telefonrokningum. Hini trý í nevndini, Alfred Olsen, Bjarni Djurholm og Janus Rein, hava umhugsað at útseta, nær lógin skal koma í gildi. Fundur verður í Vinnunevndini um ein hálvan tíma, og álitið skal leggjast fram seinnapartin. Ætlanin er, at málið eisini skal hava aru viðgerð í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870