Landsstýrið felags heimasíðu

Landsstýrið felags heimasíðu
Sansir vil gera arbeiðið fyri 72.300 kr.
 
13.05.2014 - 08:20

Føroya Landsstýri skal hava felags heimasíðu. Leiðslurnar í stjórnarráðunum hava avgjørt, at ráðini skulu hava eina miðsavnaða heimasíðuloysn.

Felagssíðan skal, eins og verandi heimasíður hjá stjórnarráðunum, kunna um virksemi og arbeiðsøki hjá landsstýrinum og landsfyrisitingini.

Málið er, at landsstýrið við nýggju heimasíðuni fær felags pall og andlit úteftir.

Heimasíðan skal skipast sum felags karmur við einsháttaðum bygnaði og sniði, við felags framsíðu fyri alt landsstýrið og við høvuðssíðum til ymisu stjórnarráðini.

Stjórnarráðini varðveita tó økisnøvnini, sum tey hava í dag.

Arbeiðið at gera nýggju heimasíðuna varð boðið út á keypsportalinum, og lýsingarstovan, Sansir, vil gera arbeiðið fyri 72.300 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985