Neystamálið í Lorvík ikki loyst enn

Neystamálið í Lorvík ikki loyst enn
Yvirfriðingarnevndin skal taka endaligu avgerðina
 
14.05.2014 - 14:57

Málið um nýggju neystini við nýggja bátahylin í Leirvík er ikki loyst enn.

Eysturkommuna hevur gjørt nýggja byggisamtykt fyri økið, men ein slík byggisamtykt skal fyrst viðgerðast í lokalu friðingarnevndini, sum síðani sendir hana til yvirfriðingarnevndina til staðfestingar, og síðani skal hon á borðið hjá landsstýrismanninum, sum skal góðkenna byggisamtyktina.

Tá neystini vórðu bygd í fjør, var eingin byggisamtykt fyri økið, men neystini eru partur av nýggju byggisamtyktini.

Friðingarnevndin í Eysturoy tók síðani mákið til viðgerðar, men av gegnistrupulleikum hjá nevndarlimi var málið flutt til friðingarnevndina í Norðoya sýslu, og hon viðgjørdi málið hálvan september í fjør.

Hon vildi hava Eysturkommunu at taka tey fýra neystini, sum eru bygd á havnalagnum í Lorvík, niður.

Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, sigur, at nevndin staðfesti, at bæði neyst og bátahylur eru bygd uttan loyvi, og at nevndin kravdi at kommunan tekur neystini niður, og málið er sent Yvirfriðingarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979