Boring í Brugduni 2 heldur fram

Boring í Brugduni 2 heldur fram
Tá boringin er liðug, verður farið undir brunnin, sum eitur Súlan-Stelkur. Statoil vil onki siga um úrslitini av boringunum enn
Boringin í brunninum, Brugdan 2, ið varð steðgað seint í 2012, heldur nú fram, váttar Rúni Hansen, stjóri í Statoil Føroyar

19.05.2014 - 15:30

Statoil fer fyrst at bora brunnin Brugdan 2, og tá tann brunnurin er liðugur, verður farið undir brunnin, sum eitur Súlan-Stelkur. Men Statoil vil onki siga um úrslitini av boringunum, fyrr enn báðir brunnar eru boraðir, sigur Rúni Hansen, stjóri fyri Statoil Føroyar.

Rúni Hansen sigur, at tað fer at taka umleið eitt hálvt ár at bora brunnarnar, og ikki fyrr enn tá, kann Statoil siga nakað um úrslitini av boringunum. Byrjað varð at bora Brugduna 2 í 2012, men boringin varð steðgað tá, tí hon var ikki liðug, tá veturin kom.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/Archive_Articles/2012/11/27/boringin-brugduni-er-stega-fyr... í Brugduni er steðgað fyribils

Statoil fekk loyvi frá Jarðfeingi at bora Brugduna 2, 9 mai í ár, og boripallurin West Hercules kom á positiónina 10. mai. Brugdan 2 liggur einar 70 fjórðingar úr landi, og brunnurin Súlan-stelkur liggur tætt við Hetlandska markið.

Statoil er fyristøðufelag at bora brunnin Brugdan 2, og hinir loyvishavararnir eru Exxon-Mobil, OMV og Atlantic Petroleum. Statoil er eisini fyristøðufelag at bora brunnin Súlan-Stelkur, og Dong og OMV, sum er eysturríkst oljufelag, eiga eisini í loyvinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210