Atlantsflog leigar flogfar til Íslands

Atlantsflog leigar flogfar til Íslands
Skal flúgva fyri íslendska felagið, WOW, í summar
 
23.05.2014 - 13:09

Atlantsflog hevur leigað eitt av airbus-flogførunum til íslendska felagið, VOV. Flogfarið skal flúgva fyri íslendska flogfelagið til eftir summarfrítíðina.

Eftir avtaluni skulu føroysku flogskipararnir flúgva flogfarið, meðan restin av manningini kemur frá íslendska flogfelagnum.

Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi sigur umvegis ein teldupost, at orsøkin til at flogfarið er leigað til Íslands, er, at flogfelagið ikki hevur so nógvar ferðir til Egyptalands fyri danska felagið, Atlantis Rejser, sum ætlanin var.

Ófriðurin í Egyptalandi er orsøk til, at færri ferðafólk velja at fara hagar.

At eitt av flogførunum í gjár byrjaði at flúgva fyri íslendska felagið, hevur ikki annað við sær, enn at neyðugt hevur verið at broyta nakrar fráfaringartíðir.

Tað er longu gjørt, og tí fara ferðafólk ikki at merkja nakað til broytingina, sigur Jørgen Holme.

Flogfarið sum nú er leigað til Íslands, var tað seinasta av trimum airbussum, sum komu í flotan hjá Atlantic Airways. Flogfarið kom til Føroya í oktober í fjør.

Í juni fer Atlantic Airways at kunngera sínar ætlanir fyri framtíðina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290