Torført at selja bygningar

Torført at selja bygningar
Tí má Tórshavnar kommuna nýta meirinntøkur í fjør til at tippa hol við
 
23.05.2014 - 13:14

Hóast inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu í fjør vóru góðar 23 milliónir kr. hægri enn mett, so fer meginparturin av pengunum í eitt tómt hol.

Orsøkin er millum annað, at kommunan ikki hevur selt so nógvar bygningar, sum ætlanin var, tá kommunan 30. mai í fjør gjørdi av at keypa ognirnar hjá BankNordik, sum er farin undir at byggja nýggjan bygning.

Tá ætlaði kommunan at selja ognir, fyri at fíggja keypið av bygningunum hjá BankNordik.

Men tað hevur ikki gingið sum ætlað við søluni, og tí vænta pengar á tí kontuni.

Tí hevur býráðið gjørt av at seta 19,5 milliónir kr. av yvirskotinum á ta kontuna, fyri at fíggja ein part av undirskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290