13 nýggjar granskingarætlanir

13 nýggjar granskingarætlanir
Granskingarnevndin hevur játtað 6.9 milliónir krónur stuðul til 13 nýggjar granskingar-verkætlanir
 
29.05.2014 - 16:07

Granskingarnevndin fekk 48 umsóknir um stuðul. Granskingarnevndin sigur, at fakliga stigið á umsóknunum er hækkað munandi seinnu árini. T

Tilsamans eru nærum 150 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn. Tær 13 verkætlanirnar, sum fáa stuðul hesu ferð, eru:

Mentan: 
Hans Harryson: Almendidaktiski parturin í læraraútbúgvingini
Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - játtan kr. 497.000

Ann Sølvia Lydersen Jacobsen: Gravir og landslag í Føroyum í víkingaøld 
Ph.d. verkætlan á University of Aberdeen - játtan kr. 1.122.903

Náttúra og náttúrutilfeingi:
Ása Johannesen: Persónleiki hjá rognkelsum (Cyclopterus lumpus) og hvussu hesin ávirkar teirra nyttu sum reinsifiskur. Verkætlan á Fiskaaling - játtan kr. 651.000 

Anni Djurhuus: Samanseting og vistfrøði av smáveru samfeløgum á sjófjøllum og bankum í Indiska havinum 
Ph.d. verkætlan á Oxford University - játtan kr. 298.765 

Agnes Mols Mortensen: Saccharina latissima (Breiðbløðkutur sukurtari) frá spora til borðisk: hvussu árstíð, tøðsølt og aldu/streym eksponering ávirka góðsku og vøkstur
Verkætlan á Tari - Faroe Seaweed - játtan kr. 645.752 

Louise Meier Carlsen: Kanning og menning av vitanini hjá støddfrøðilærarum um nýtsluna av CAS í algebrafrálæruni í skúlunum. 
Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - játtan kr. 212.760 

Maria Dam: Menning av førleikum til at fremja kanningar av perfluoreraðum evnum í fiski í granskarasetrinum iNOVA
Verkætlan hjá Umhvørvisstovuni, Fróðskaparsetrinum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og fleiri vinnufyritøkum á iNOVA - játtan kr. 648.000 

Hans Atli Dahl: Sekvensering av Norðhavssilda (Clupea harengus) genominum og menning av einum genetiskum stovnsumsitingaramboði. Hergen 2014 verkætlanin.
Verkætlan á Amplexa Genetics og iNOVA - játtan kr. 500.000 

Samfelag: 
Hermann Oskarsson: Áhaldandi óeffisient útluting í smáum tilfeingistreytaðum búskapum
Verkætlan á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - játtan kr. 340.000 

Heilsa:
Magni Mohr: Møðis- og hvíldartíðin (recovery) í ymiskum vøddabólkum aftaná fótbóltsdystir í væltrenaðum leikarum - effektin av fleiri dystum við stuttari hvíldartíð 
Verkætlan á Gøteborg Universitet - játtan kr. 218.550 

Amanda Gratton Vang: Ein preklinisk kanning av Fosfodiesterase 8A sum eitt terapeutiskt mál í tarmbrunasjúkum
Verkætlan á Landssjúkrahúsinum - játtan kr. 533.401 

Jónrit Halling: Kviksilvur dálking og D-vitamin støði í móðurlívi - sambandið millum hesi og autismu. 
Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu - játtan kr. 193.650 

Rudi Kollslíð: Ættar hyperkolesterolemi í Føroyum 
Ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum - játtan kr.1.000.000

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Mánadag 16. mars
Morgunlestur mánadagur 16.mars 2026
205616
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
and3 - teknmálstulkað
205687
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647