Gongd komin á arbeiðið

bannari
Gongd komin á arbeiðið
Fundur var um fiskivinnunýskipan í gjár. "Hann var góður, men óvist er um fiskivinnunýskipanin kemur í Løgtingið á ólavsøku" sigur Jacob Vestergaard
 
31.05.2014 - 11:09

Samgongulimirnir, sum royna at gera eina nýggja fiskivinnuskipan at taka við tann 1.januar í 2018, tá galdandi veiðiloyvi fara úr gildi, høvdu fund í gjár. 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at fundurin var góður, men enn er ikki komið á mál, og fundur verður aftur týsdagin. 

Meira vil hann ikki um fundin í gjár. Men hann sigur, at nú er gongd komin á aftur arbeiðið at gera eina fiskivinnunýskipan.

Semja er tó ikki um alt enn, sigur hann. Hann veit heldur ikki í dag, um fiskivinnunýskipanin kemur í løgtingið á ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961