Freist at viðmerkja fíggjarviðurskifti longd

Freist at viðmerkja fíggjarviðurskifti longd
Vinnumálaráðið fekk tvær vikur afturat og Strandfaraskip landsins eina viku afturat at viðmerkja fíggjarviðurskiftini hjá Strandferðsluni í 2013
Landsstýrismálanevndin hevur givið Vinnimálaráðnum tvær vikur afturat og Strandfaraskipum landsins eina viku afturat at viðmerkja fíggjarviðurskiftini hjá Strandferðsluni í 2013

05.06.2014 - 10:34

Vinnumálaráðið fekk tvær vikur afturat og Strandfaraskip landsins fingu eina viku afturat frá Landsstýrismálanevndini at koma við viðmerkingum um fíggjarviðurskiftini hjá Strandferðsluni í 2013.

Vinnumálaráðið vildi hava longri tíð enn 14 dagar at svara Landsstýrismálanevndini, tí málið er rúgvismikið, og tað tekur drúgva tíð at gjøgnumganga málið av nýggjum og svara kæruni. Vinnumálaráðið hevur nú fingið freist til 18. juni.

Andstøðuflokkar kært fyrisitingina

Strandfaraskip landsins bóðu um eina viku afturat, millum annað tí nýggjur stjóri, Hilmar Eliasen, tók við á stovninum mánadagin. Strandferðslan hevur nú freist til 11. juni at svara.

Allir fýra andstøðuflokkarnir hava kært fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum landsins í 2013.

Floksformenninir, sum hava skrivað undir kæruna, vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fekk 1. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851