- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý tilboð at gera brúgv um Sandá

J&K Petersen hevur lægsta tilboð at gera brúgv um Sandá. Tilboðið er slakar 60 miliónir kr. Næstlægsta boð hevur Articon, sum er slakar 74,5 milliónir kr., og hægsta boð hevur TG-Verk, 83,5 milliónir kr.
Hesar tríggjar fyritøkurnar vórðu bodnar at lata tilboð, og tær lótu allar tilboð, sum vórðu latin upp í dag.
Kostnaðarmetingin hjá býráðnum er slakar 62 milliónir kr
Kanna tilboðini.
Umsitingin fer nú saman við ráðgevanum, LBF, gjøgnum tilboðini. Málið verður fyrst fyrireikað og lagt fyri bygginevndina. Síðani fer tað víðari til politiska viðgerð. Arbeiðið at gera brúnna byrjar eftir ætlan seinni í summar, og verður liðugt á ólavsøku næsta ár. Áin verður ikki rørd, og tað verður gjørligt at ganga fram við áarbakkanum, tá brúgvin er liðug, sigur býráðið.



























