- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leiðarin á Kunningarstovuni í Vangamyndini

Mentanarnátt er í Havn, og tí nýta vit høvið at bjóða Theresu Turidardóttir Kreutzmann, stjóra á Kunningarstovuni Í Havn í Vangamyndina í Degi og Viku í kvøld.

Theresa hevur arbeitt innan ferðavinnuvirksemi í nógv ár - bæði í Danmark og í Grønlandi - áðrenn hon kom til Føroya at avloysa Ingigerð á Trøðni, tá hon fór frá sum leiðari.

Sí sendingina her: Vangamyndin: Theresa Turidardóttir Kreutzmann

Kunningarstovan veitir bæði havnarborgarum og ferðafólki í býnum tænastur, og tí hava tey úr at gera ein sovorðnan dag sum í dag.

Hyggja vit longur fram í álmanakkan, fyrireikar Kunningarstovan í Havn at taka ímóti fólki í hópatali, sum koma til Føroya at síggja sólarmyrkingina í mars mánað.

Á Kunningarstovuni fara tey eisini at fáa meira at gera so hvørt sum ferðavinnan mennist og talið á ferðafólki økist.