Uppskriftir: Rabarbu-smoothie og laksaterta

Uppskriftir: Rabarbu-smoothie og laksaterta
Jóhanna á Tjaldrafløtti vitjar aftur í Mælt hesaferð, og á matarlepanum er laksaterta og rabarbusmoothie. Sí uppskriftirnar her
Jóhanna á Tjaldrarfløtti stóð fyri matarinnslagnum í Mælt hesa ferð
Mynd: KvF  
 
02.06.2012 - 11:28

Rabarbu-smoothie

Tilfar

  • 400g av rabarbum
  • 150 g av sukri
  • 1½ dl av vatni
  • 400 g av jarðberum
  • Korn úr einari vaniljustong ella
  • 1 tesk av vaniljusukri
  • 8 dl av blaki

Arbeiðsháttur

  • Sker rabarburnar í flísar
  • Set vatnið rabarburnar og sukrið útá at kóka í umleið 5-6 min.
  • Og set kalt
  • Blanda køldu rabarburnar saman við restina av tilfarinum  og karva í hvirlu ella við stavblendara
  • Koyr evt ísterningar í og pynta við jarðber

Laksaterta

  • Botnur 3 stk.
  • Tilfar
  • 100 g av hveitimjøli
  • 75 g av grahamsmjøli
  • 2 egg
  • 1 tesk av salti
  • 1 tesk av bakipulvuri
  • 2 dl av lættimjólk
  • 1 tesk av basilikum
  •  2 súpisk av olju at steikja í

Arbeiðsháttur

  • Píska alt tilfarið saman
  • Hita oljuna á einari pannu og  baka uml. 2 min. á hvørjari síðu
  • Botnarnir skulu vera brúnligir á liti

Ímillum

  • 4 harðkókað egg
  • 2 dósir tun
  • 2½ dl súrgað mjólk
  • 1 dl mayonnaise
  •  ½ reyðleyk
  • 3 tesk av reyðum  kaviar
  • 2 súpisk av persillu
  • Smakka til við  salti og pipari
  • Kóka eggini
  • Sker leykin smátt
  • Rør restina av tilfarinum saman
  • Sker eggini smátt og rør í . Smakka til.
  • Legg tunfiska fylluna ímillum botnarnar

Omaná

  • 2 súpisk av  súrgaðari  mjólk
  • 1  súpisk av mayonesu
  • Rør tilfari saman og smyr omaná botnarnar.
  • Pynta við laksi, rækjum, sitrón, dild agurk og tomat
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595