ES-tiltøkini eru framvegis í gildi

ES-tiltøkini eru framvegis í gildi
Landsstýrið hevur onga váttan fingið fyri, at ES góðtekur og staðfestir avtaluna um, at føroyska sildakvotan verður 40.000 tons
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur ikki fingið endaligt svar frá Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri
 
19.06.2014 - 07:59

Tað kann taka nakrar vikur at sleppa av við handilsforðingarnar hjá ES móti norðhavssild og makreli úr Føroyum.

Enn hevur landsstýrið ikki fingið váttan frá Mariu Damanaki, ES-fiskivinnukommisseri, um, at hon góðtekur og staðfestir avtaluna um, at føroyska sildakvotan í ár er 40.000 tons, at ES strikar boykottið móti Føroyum, og at Føroyar taka aftur gerðarrættarmálini móti ES.

Landsstýrið staðfesti, eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, avtaluna við ES fyri einari viku síðani.

Einki svar

Men í gjár var einki svar komið úr Brússel, sigur Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni. Tá handilsforðingarnar skulu takast av aftur, skal ES-nevndin fyrst leggja tilmæli um tað fyri serligu nevndina, sum í fjør summar samtykti at seta forðingarnar í gildi.

Viðgerðin í nevndini kann í skjótasta lagi vara í tríggjar vikur, men hon kann eisini vara tað dupulta, tað eru seks vikur. 

ES-boykottið móti Føroyum kom í gildi 28.august í fjør. 
   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715