Føroyakritikarar halda ikki fram í ES

Føroyakritikarar halda ikki fram í ES
Tveir av ídnastu føroyakritikarunum í fiskivinnunevndini hjá Evropatinginum verða ikki limir har aftur komandi fimm árini.
Pat the Cop Gallagher varð ikki afturvaldur
 
21.06.2014 - 14:27

Tað er greitt, nú atkvøðurnar eru taldar upp og limirnir til Evropatingið fyri komandi fimm árini eru funnir.

Tað er skrivað í tíðindabrævinum hjá føroysku sendistovuni í Brússel, sum lýsir mál í ES-kervinum.

Talan er um teir báðar, íran Pat the Cope Gallagher og skotan Struan Stevenson, ið hava verið sera virknir og føroyakritiskir í fiskivinnunevndini hjá Evropatinginum.

Skotski Struan Stevenson stillaði ikki upp til valið hesaferð, og Pat the Cope Gallagher varð ikki afturvaldur.

Tað er serliga í ósemjunum millum Føroyar og ES um makrel og sild, at teir báðir hava verið sera atfinningarsamir ímóti ES. Teir hava millum annað skýrt føroyingar bæði sjórænarar og ránsmenn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328