Bankar krevja alt ov nógv

Bankar krevja alt ov nógv
Kappingareftirlitið sigur, at umsitingargjaldið fyri realkredittlán er ov stórt, tí eingin kapping er
Kappingareftirlitið sigur, at vantandi kapping millum bankar kostar brúkaranum nógv
 
27.06.2014 - 08:04

Vantandi kapping á føroyska sethúsamarknaðinum um realkredittlán kostar samfelagnum millum tíggju og 22 mió. kr. í beinleiðis brúkaratapi um árið. 
Harumframt eru goymdir kostnaðir, tí brúkarar velja realkredittlán frá. 

Sambært kanning hjá Kappingareftirlitinum er umsitingargjaldið á føroyskum realkredittlánum nærum tríggjar ferðir so stórt sum í Danmark. 

Orsøkin til høga umsitingargjaldið kann vera vantandi kapping millum Eik Banka og BankNordik. 

Títtu príshækkingarnar kunnu stava frá, at bankarnir tilvitað fylgja hvørjum øðrum í prísi.

Ikki objektivar orsøkir

Kappingareftirlitið hevur eisini kannað, um objektivar orsøkir eru til høga umsitingargjaldið fyri realkredittlán. 

Niðurstøðan er, at ongar objektivar orsøkir tykjast vera, sum kunnu grundgeva fyri høga umsitingargjaldinum í Føroyum. 

Orsøkin er vantandi kapping millum bankarnar.

Var virkin kapping í Føroyum, skuldi umsitingargjaldið verið tað sama sum í Danmark, tí ongar objektivar orsøkir eru til, at umsitingargjaldið er hægri í Føroyum. 

Kappingareftirlitið sigur, at føroyskir brúkarar skulu gjalda millum 5.000 kr. og 12.000 kr. meira, tí eingin kapping er.

Annar bankin lækkar

BankNordik, sum fekk niðurstøðuna hjá Kappingareftirlitinum til hoyringar, boðaði týsdagin frá, at hann lækkar umsitingargjaldið fyri realkredtittlán 1.oktober.

BankNordik vísir tó ikki til niðurstøðuna hjá Kappingareftirlitinum, men til herdu kappingina um føroyska sethúsafígging.

Kanningin hjá Kappingareftirlitinum kann lesast her:

Realkreditt í Føroyum

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938