Forskúlaverkbannið stendur við

Forskúlaverkbannið stendur við
Føroya Pedagogfelag minnir í almennari lýsing limir sínar á, at felagið framvegis bannar limum sínum at taka upp námsfrøðiligt arbeiði í forskúlunum
Maud Wang Hansen sigur, at tað hevur týdning, at limirnir standa saman um forskúlaverkbannið
 
28.06.2014 - 15:22

Um limur í Pedagogfelagnum ikki heldur sínar limaskyldur, kann felagið í evsta føri koyra viðkomandi úr felagnum, stendur at lesa í grein 6 í lógini hjá Føroya Pedagogfelag.

 

Hetta minnir Pedagogfelagið limir sínar á í almennari lýsing, tí arbeiðssteðgur og verkbann á forskúlunum fyri limir í Pedagogfelagnum standa við. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at tað hevur týdning, at limirnir standa saman um forskúlaverkbannið.

 

Kommunurnar ætla nú at søkja eftir námsfrøðingum til forskúlarnar, samstundis sum Føroya Pedagogfelag hevur noktað limum sínum at søkja hesi størvini, tí tey ikki eru flokkað, og arbeiðssteðgur av somu orsøk er lýstur at koma í gildi beinanvegin, tað nýggja skúlaárið byrjar.

 

Pedagogfelagið heldur fast um, at námsfrøðingar og lærarar í forskúlunum skulu hava somu løn, tí tey sambært forskúlakunngerðini eru felags um arbeiðið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006